Tað goymir ivaleyst manga søguna. Gamla trovhúsið á Stígabrúgv, sum var fallið, men reist aftur av góðum fólki, og nú stendur sum prýðislutur og sigur forvitna gongumanninum frá søgu teirra, sum her hava búleikast øld eftir øld.
Higar komu tey berandi við torvleypinum. Holvdu førningin á flónna og so aftur á heiðarnar eftir meira. Soleiðis gekk, til fult var.
Og so var sama søgan aftur, bara øvugtan veg. Komu trúliga aftur allan veturin við tóma leypinum og tóku av flónni at bera at húsum at fáa sær fløva av.
Men tíðin fór frá hesum. Tíbetur halda ivaleyst tey flestu í dag. Vatn og olja geva nú hitan. Og eld kennir eingin meira. Alt er elektriskt og nýtist ikki royk.
Húsið fall. Fyrst fór takið. Hurðin datt niðurfrá. So fóru einstakir steinar úr skjøldrinum og at enda var rættiligt hóttafall á.
Men onkur hjartagóð sál var kortini, sum helt synd vera, um hetta minni úr søgu okkara ikki varð varðveitt.
So veggirnir vórðu laðaðir uppaftur, og takið lagt av nýggjum. Tó nú var nýgj tíð, og flagið varð heft við troli, so tað varð liggjandi, tá køldu landnyrðingshvirlurnar struku um skarðið.
Hurðin varð gjørd nýggj. Hongsl og klina av træ, og væl stendur hon fyri.
Tvílemban má halda seg uttanfyri. Tað slepst ikki inn at kroka, um eitt æl skuldi komið