Gamalt forlag í nýggjum hami

99 ára gamli Mentunargrunnur Studentarfeagsins hevur nú kastað saman við Føroyaprent

Mentunargrunnur Studentafelagsins og Føroyaprent hava stovnað Forlagið MS við endamálinum at geva út bøkur og annað, sum hevur samband við hetta. Jon Hestoy er stjóri í forlagnum og Jógvan Isaksen er nevndarformaður og leiðari av forlagnum.

 

Forlagið hevur í nógv ár verið rikið av Jógvani Isaksen einsamallum – tey seinnu árini í neyvum samstarvi við Føroyaprent. Tann broyting, sum nú fer fram, er gjørd fyri at tryggja forlagið í vónandi mong ár, verður sagt í tíðndaskrivi.

 

Mentunargrunnur Studentafelagsins er Føroya elsta forlag og er sprottið úr Hinum føroyska Studentafelagnum í Keypmannahavn, sum bleiv stovnað í 1910. Fyrsta útgávan hjá forlagnum var Yrkingar (1914) eftir Janus Djurhuus, og forlagið fyllir sostatt 100 komandi ár. Forlagið hevur øll árini lagt seg eftir at teljast millum fremstu útgevararnar av føroyskum upprunatilfari.