Tað var ein kend sjón, ið heilsaði havnarfólkum í morgun, tá tey kagaðu út gjøgnum vindeyga. Ferðamannaskipið Marco Polo, ið seinnu árini hevur vitjað fleiri ferðir í høvuðsstaðnum, lá aftur við bryggju í morgun.
Hetta er longu aðru ferð í ár, at ferðamannaskipið vitjar føroyska høvuðsstaðin. Fyrru ferð var 19. mai og kemur ferðamannaskipið eftir ætlan aftur 31. juli og 10. oktober. Í 2017 vitjaði Marco Polo tríggjar ferðir, meðan skipið var her fimm ferðir í 2016.
Talan er um 28. vitjanina av einum ferðamannaskipi í høvuðsstaðnum í summar. Í yvirlitinum hjá Tórshavnar havn sæst, at boðað er frá 46 vitjanum í ár.
Marco Polo er skrásett í Bahamas, varð bygt í 1965, er 176 metrar langt, 23 metrar breitt og hevur pláss fyri 800 ferðafólkum.










