Gamal kenningur nýggjur í partafelagsskránni

Tora Tourist aftur í partafelagsskránni

 

Flestu føroyingar munnu kenna til navnið Tora Tourist, sum hevur verið knýtt at Sámal Bláhamar í tað, sum tykist eitt mannaminni skjótt.

 

Seinastu árini hevur navnið Tora Tourist ikki verið nógv at sæð. Sámal Bláhamar hevur nýtt onnur nøvn til síni feløg, men heimasíðan www.tora.fo er virkin og vísir til Tora Tourist Traffic, sum Sámal Bláhamar rekur.

 

Í vikuni hevur ein annar Bláhamar, Regin Bláhamar, sett á stovn ÍVF Tora Tourist, sambært Busines-Line. Felagið skal, sum navnið bendir á, reka virksemi innan ferðavinnu, handil, keyp og sølu.

 

Hetta er eitt av fýra feløgum, sum bleiv sett á stovn í síðstu viku. Hini eru ÍVF Nýbygging hjá Zachariasi og Bárður Jann í Gong, sum skal fáast við at innflyta og selja elementir og veita handverk, maskingrevstur, asfaltering og annað, Sp/f FRP 9 hjá Regini Mikkelsen, sum skal reka fastogn, Sp/f Garðurin á Stórheygnum hjá Jógvan Kristin Olsen, sum skal reka landbúnað, ferðavinnu og handil og Sp/f LES hjá Henny Nolsøe, sum skal keypa, eiga, reka og útleiga fasta ogn.

 

Allar broytingarnar eru at síggja hjá bl.fo her.