Ein maður varð undir grundlógaravhoyring í rættinum mánadagin. Hetta er ein gamal kenningur hjá løgregluni, sum hevur verið ákærdur fyri harðsskap fyrr.
Hesuferð hendi harðskapurin uttan fyri Auto, har fólk boðaðu løgregluni frá, at tey høvdu yvirmannað ein harðligan mann.
Løgreglan tók mannin, og verður hann eisini skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Annars sigur vakthavandi, at tað hava verið fleiri smáttaríir um vikuskiftið. Nakrar ferðmátingar hava verið gjørdar, og í onkrum føri var talan um so mikið av ferð, at bilførarin helst missir koyrikortið.