Maurice Lucas, sum var føddur í enska býnum Leicester tann 21. september í 1900, var bara 17 ára gamal, tá hann bleiv boðsendur at gera tænastu í bretska herinum í fyrra heimsbardaga. Tað var í 1918 ella sama árið, sum kríggið endaði, og Maurice Lucas var ongantíð í veruligum bardaga undir krígnum.
Hann bleiv eisini kallaður inn í bretska herin undir seinna heimsbardaga, men orsakað av heilsuávum bleiv hann frítikin fyri hertænastu í 1941, áðrenn hann yvirhøvur kom í bardaga. Tískil var hann innkallaður í báðum heimsbardøgunum uttan at vera í bardaga.