Gamal B36-leikari er hjálparvenjari hjá Bosnia

Seinast í farnu øld spældi Ninoslav Milenkovic við B36

Savnsmynd hjá Sosialinum av Ninoslav Milenkovic frá 1998

Kappingarárini 1998 og 1999 spældi bosniski verjuleikarin, Ninoslav Milenkovic við B36, har hann royndist sera væl.

 

Ninoslav Milenkovic spældi 45 dystir við B36, har hann skoraði níggju mál. (Kelda: Faroesoccer).

 

Eftir tað gekk leiðin til týska liðið, Dynamo Dresden, og seinni royndi Ninoslav Milenkovic seg í belgiskum, kinesiskum, kroatiskum og grikskum fótbólti. 

 

Millum 2004 og 2006 spældi Ninoslav Milenkovic 15 landsdystir við Bosnia Hersogovina.

 

Fyrst í mai var Ninoslav Milenkovic settur í starv sum hjálparvenjari hjá bosniska landsliðnum. 

 

Mánakvøldið tapti Bosnia Hersogovina 0-3 fyri Onglandi á St. James Park leikvøllinum í Newcastle. Bosnia Hersogovina megnaði at halda málið reint teir fyrstu 60 minuttirnar av dystinum.

 

Í komandi Nations League kappingini í deild A er Bosnia Hersogovina komin í bólk 3 saman við Týsklandi, Niðurlondum og Ungarn. 

 

##med2##

 

Savnsmynd hjá Sosialinum av Ninoslav Milenkovic frá 1998

Ninoslav Milenkovic saman við høvuðslandsliðsvenjaranum hjá Bosnia Hersogovia, Sergej Barbarez undan venjingardystinum móti Onglandi í Newcastle