Sambært veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt, so er Javnaðarflokkurin størsti flokkur við 8 tingfólkum, um val var í dag. Men Fólkaflokkurin hevur størstu framgongdina, og fær eisini 8 tingfólk.
##med2##
Kanningin, sum er gjørd millum 28. februar og 14. mars, vísir, at samgongan hevði mist meirilutan, tí at Tjóðveldi missir ein tingsess.
Fólkaflokkurin fær tveir tingsessir afturat, og Sambandsflokkurin fær ein tingsess afturat. Sjálvstýri og Miðflokkurin missa hvør sín tingsess, og Framsókn varðveitir sínar báðar sessir.
##med3##
Gott hál hjá Fólkaflokkinum
Fólkaflokkurin fær í kanningini 23 prosent. Tað er ein framgongd upp á 4,1 prosentstig í mun til seinasta løgtingsval, tá flokkurin fekk 18,9 prosent. Tað gevur Fólkaflokkinum 8 tingsessir, tveir fleiri, enn flokkurin fekk á seinasta vali.
Sambandsflokkurin fær 20,3 prosent. Tað er ein framgongd upp á 1,6 prosentstig í mun til seinasta val, og flokkurin vinnur ein tingsess afturat og fær 7 tingsessir.
##med3##
Javnaðarflokkurin verður størsti flokkurin 23,2 prosentum av atkvøðunum, Tað er 1,9 prosentstig minni enn á seinasta vali, men flokkurin varðveitir teir 8 tingsessirnar.
Í mun til aktuellu støðuna hjá Javnaðarflokkinum er talan um eina framgongd, tí flokkurin hevur í dag bara seks tingsessir, eftir at Sonja Jógvansdóttir fór úr flokkinum beint eftir valið, og eftir at Kristin Micheslen í januarmánaði varð koyrdur úr flokkinum.
Missir meirilutan
Tjóðveldi fær í kanningini 19,2 prosent, sum er 1,5 prosentstig minni enn á seinasta vali, og tað merkir, at flokkurin missir ein tingsess og fær 6 – og harvið missir samgongan meirilutan upp á 17.
Tjóðveldi verður sambært kanningini minstur av teimum fýra størru flokkunum á tingi.Miðflokkurin fær í kanningini 4,3 prosent, sum er 1,2 prosentstig minni enn á valinum. Tað gevur flokkinum ein tingsess.
Framsókn stendurtil at fáa 6,4 prosent. Tað er 0,5 prosentstig minni enn á seinasta vali, men flokkurin varðveitir báðar tingsessirnar.
Framtakið at velja kannabis æfr 0,5 prosent og ongan tingsess sambært kanningini.