Meinhard E. Olsen og GAIS taptu í kvøld 1-0 móti Jönköpings Södra IF í næstbestu deildini í Svøríki. Føroyski landsliðsspælarin spældi 81 teir fyrstu minuttirnar.
Sæð við føroyskum brillum, so kundi tú sagt at venjarin gjørdi eitt stórt mistak, við at skifta Meinhard E. Olsen út níggju minuttir fyri tíð, tí stutt seinni skoraði Jönköpings Södra avgerandi málið. So einfalt er tað nú ikki, men tað er einn sannroynd at javnleikurin glapp í evstu løtu.
Jönköpings Södra er fyrrverandi felagið hjá Finni Justinussen, sum í dag spælir við Víkingi í Betri deildini hjá monnum. GAIS liggur á níggjunda plássi við 29 stigum fyri 24 dystir. Nú eru 16 stig upp til Jönköpings Södra, sum liggur á triðja plássið, ið gevur atgongd til ein dyst um upp og niðurflyting.