Stóra danska tónleikablaðið Gaffa, heldur ógvuliga nógv av bólkinum Valravn, tá ið ummælari hjá blaðnum fyri stuttum gav nýggju fløguni ?Koder På Snor? heilar fimm stjørnur -Hetta er talan um eina fløgu, har vit javnt flyta okkum inn á altjóðum støði. Hetta er strípa av góðum, vælskrivaðum løgum. Valravn hevur framleitt ein av ársins bestu fløgum, sigur ummælarin hjá Gaffa Torben Holleufer á heimasíðuni www.gaffa.dk
Út av seks møguligum fáa Valravn heilar fimm stjørnur. Lesararnir fáa eisini møguleikan at siga sína hugsan á heimasíðuni, og higartil hevur nýggja fløgan fingið í meðal seks stjørnur.










