Fleiri spreingingar hava verið í libyska býnum Benghazi í morgun, og eitt jagaraflogfar er skotið niður yvir býnum. Ein tíðindamaður hjá BBC sigur, at stríðsvognar hjá stjórnarherinum eru komnir inn í býin, og franska tíðindastovan AFP skrivar, at tjúkkur roykur hongur nógvastaðni yvir býnum.
Arabiska sjónvarpið al-Jazeera sigur, at hermenninir hjá Gaddafi hava skotið við kanónum inn í miðbýin í Benghazi, og at teir søkja at býnum norðaneftir og sunnaneftir.
Stýrið hjá Muammar Gaddafi lýsti annars vápnahvíld í gjár, og ein talsmaður fyri stýrið sigur, at stjórnarherurin heldur vápnahvíldina, men at uppreistrarmenninir leypa á alla tíðina. Talsmaðurin hjá stjórnini, Mussa Ibrahim, avsannar fyri Reuters, at bardagar hava verið ella eru við Benghazi.










