Gaddafi er farin úr Libya

Franskar hernaðarkeldur vilja nú vera við, at frákoyrdi libyski einaræðisharrin Muammar Gaddafi kom til býin Agadez í Niger í gjárkvøldið.

Sambært keldunum vóru meiri enn 200 hernaðarakfør í einum fylgi, sum eftir øllum at døma var komið ígjøgnum Algeria og haðani til Niger. Sagt verður, at fleiri av teimum ovastu heryvirmonnunum hjá Gaddafi vóru saman við honum. Millum teirra er ovastin fyri libysku trygdardeildunum, Mansour Dhao, og generalurin Ali Khana.

Ein ónevnd fronsk kelda sigur, at bilafylgið við Gaddafi og hansara næstu monnum er helst á veg til Burkina Faso, sum hevur givið Gaddafi tilboð um friðskjól.

Hóast Burkina Faso hevur givið Gaddafi tilboð um friðskjól, hevur landið viðurkent libyska uppreistrarráðið sum landsins lógligu stjórn.