Tað siga G7-londini, sum eru ríkastu demokratisku londini í heiminum, Kanada, Frakland, Italia, Japan, Stórabretland, Týskland og USA.
Men, tað eru ikki bara G7-londini, sum ávara russiska forsetan. Sambært tíðindastovuni CNN gera so mong onnur lond tað eisini.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, ávaraði á tíðindafundi í Týskland russiska forsetan, Vladimir Putin.
- Ein og hvør nýtsla av kjarnorkuvápnum verður ein katastrofa fyri teg sum forseta og fyri Russland, segði amerikanski uttanríkisráðharrin.
Tíðindafundurin, har sipað verður til útsagnir hjá amerikanska uttanríkisráðharranum, varð hildin í samband við fund millum G7-londini.











