Føroyski tónleikabólkurin Yggdrasil er ein yvirsæddur bólkur. Bólkurin er mannaður við frálíkum, rættiliga royndum tónleikarum, ið júst í hesum høpi mest spæla fólkatónleik, sum er jazzaður upp, so úrslitið gerst ein bæði stuttlig og áhugaverd tónleikasamanseting. Yggdrasil er eitt tónleika-konsept hjá Kristiani Blak, har hann hevur ymiskar tónleikarar saman við sær. Nakrir av tónleikarunum ganga ofta aftur í konseptinum, men eisini vitja nógvir gestatónleikarar bólkin, bæði sangarar, komponistar og tónleikarar av ymsum slag.
Bólkurin Yggdrasil hevur verði virkin líka síðani 1981, og hevur alla hesa tíðina ferðast í ymiskum tónleikasjangrum, so sum jazz, world, folk, rock og klassiskum. Yggdrasil hevur eisini ferðast kring allan heim við sínum tónleiki. Bólkurin hevur heili 14 tónleikaútgávur á baki.
Kári Sverrison og Kristian Blak sungu fyri í dag - ella rættari Kristian jodlaði. Hóast lítla áhoyrarafjøldin tyktist rættiliga vælnøgd við konsertina, so helt Kristian Blak, sum hevur spælt klaver og sungið í bólkinum, síðani hann var stovnaður, at framførslurnar hjá teimum vóru betri umtóktar í fyrstani, tá bólkurin júst varð vorðin til, enn tær eru nú.
-Tað er sum um fólkatónleikur ikki hevur so stóran áhuga millum yngri áhoyrarar í dag, tí nógv ímillum, hvussu nógv fólk plagdu at koma til konsertirnar hjá okkum í gamla Jazzklubbanum í Havn í 80'unum, segði Kristian.
Konsertin Á G! festivalinum 2013 átti í øllum førum at fingið onkran at fingið eyguni - ella oyruni - meira upp fyri hesum sermerkta bólki.