Gávuna eg ynski allarmest, fái eg neyvan

Tá ið Atli Dam fylti 60 ár fyri tíggju árum síðani, fekk hann ta bestu føðingardagsgávuna, hann kundi ynskt sær, men nú hann fyllir 70, væntar hann ikki at fáa tað, hann kundi ynskt sær allarmest

Føðingardagur

Tey eru uttan iva mong, sum minnast, Atli Dam fylti 60 ár. Tá var hann løgmaður og í sama viðfangi fór ein politisk stórhending fram í Føroyum: Poul Schluter tók forskot upp á føðingardagin, tí dagin fyri, 11. september, 1992, kunngjørdi hann, at danska stjónrni hevði yvirgivið seg í samráðingunum um undirgrundina og gjørdi semju við føroyska heimastýrið um, at føroyingar kundu yvirtaka undirgrundina.
Tá var tað onkur, sum helt, at hetta var besta føðingardagsgáva, Atli kundi ynskt sær. Sjálvur helt hann, at hetta var størsi dagurin í hansara politiska lívi.
Og, nú vit spyraja hann aftur, 10 ár seinni, nú hann fyllir 70, heldur hann framvegis, at hetta er ein hin størsta hendingin í hansara politiska lívið- um ikki tann allarstørsta.
Síðani hevur hann sjálvandi havt góðar stundir at hugsa um hesa hendingina og hann metir framvegis at framferðin, har føroyingar løgdu dent á samráðingarleiðina, var hin rætta, tí tað var eftir bókini og tann møguleikin, sum var tann frægasti tá.
Hetta metir hann, hóast summi enn royna at sáa iva um, antin føroyingar veruliga hava fingið ræðisrættinfini á undirgrundini.
Tí í hansara hugaheimi er als ongin ivi um, at tað hava vit.

Fái neyvan gávuna
Men hann ásannar eisini, at tað ógvuliga avmarkaða liðið av embætisfólki, sum føroyingar tá høvdu til taks, bæði úr almennu umsitingini og úr privatu vinnuni, gjørdi eitt megnararbeiðið fyri at draga fram tilfar, sum var so sannførandi, at tað bæði snnførdi okkum sjálvi um, at hetta var gongda leiðin, samstundis sum tað gjørdi tað ógvuliga trupult hjá dønum at sýta okkum at yvirtaka undirgrundina.
? Í so máta vóru vit so væl ílatin til samráðingarnar, sum hugsast kundi og tað gav eisini úrslit.
Men síðani er nógv hent í undirgrundarmálinum. Men ikki minst er Atli Dam ógvuliga hugtikin av tí arbeiði, sum undirgrundarfyrisitingin hevur avrikað síðani og í so máta metir hann, at undirgrundin er í ógvuliga tryggum hondum, tí tey hava gjørt eitt einastandandi arbeiði.
? Men hvussu verður framyvir verður sum við so nógvum øðrum, har fara politikkur, egin áhugamnál og flokspolitisk áhugamál at órógva arbeiða og tað fer altíð vera torført at umsita eitt mál sum hetta, tí áhugamálini eru so ymisk. Men sjálva fyrisitingina eiga vit at vera sera væl nøgd við.
Nú vóru tað onkur ið hildu, at hetta var besta føringardagsgáva, Atli Dam kundi fingið á 60 ára degnum. Hvat hevði verið tað besta, tú kundi fingið á 70 ára degnum.
?Ja, tað haldi eg eisini, at tað var. Men at tosa um, hvat eg kundi ynskt mær á 70 ára degnum, nyttar ikki nógv at tosa um, tí ta gávuna, eg kundi ynskt mær allarmest, fái eg neyvan, so at seta tey ynskini fram, er ikki so átrokandi.
? Men eg ivist ikki í, at einaferð vakna fólk og seta tað rætta stýri aftur at stjórna landinum. Tann dagin verið eg glaður, tí eg meti, at tað er alneyðugt fyri land og fólk.