Gávugóðs Thorvalds verður latið fríggjadagin

GÁVUGÓÐS
Tíðndaskriv

Fríggjadagin 8. februar klokkan 14. verður aðru ferð gávugóðs latið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Gávugóðsið verður latið á føðingardegi Thorvalds
Endamálið hjá grunninum er at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving.
Thorvald Poulsen av Steinum var gartnari í Havn. Hann hevði stóran áhuga fyri bókmentum og list, og hann stovnaði grunnin, sum ber navn hansara.
Nevndin í grunninum er mannað við rektaranum á Fróðskaparsetrinum, sum formanni, formanninum í LISA og formanninum í lærarafelagnum. Tey eru í løtuni, Malan Marnersdóttir, Oddfríður Marni Rasmussen og Elsa Birgitta P. Petersen.
Í fjør fekk Rannvá Kunoy 60.000 krónur úr grunninum. Rannvá Kunoy er listakvinna í London.