Góð vika hjá fuglfirðingum

Fótbóltshýrurin í Fuglafirði fekk eitt kvink rætta vegin í hesi vikuni. Mikukvøldið vann ÍF útsetta dystin í Gundadali ímóti HB 3-1. Í dag vunnu fuglfirðingar á Varmakeldu 4-1 ímóti TB

ÍF úrtøkan smakkaði serliga væl, tá ið FSV04 í dag ikki megnaði meiri enn 1-1 í Runavík. Harvið er munurin frá FSV04 á 2. plássi og aftur til ÍF tódnaður til fimm stig.

B68 stýrir beint ímóti Formula deildini.

Eitt sindur óvæntað var tað, at B36, sum hevur verið isolerað í botninum, í kvøld skuldi vinna stórsigur í Klaksvík.

 

HB-ÍF 1-3 (1-0) mikukvøldið

15. umfar leygardagin

B68-HB 4-0 (0-0)

ÍF-TB 4-1 (3-0)

KÍ-B36 1-6 (0-3)

NSÍ-FSV04 1-1 (0-0)

SÍ-LÍF 2-3 (2-1)

 

B68 43 stig

FSV04 33 stig

ÍF 28 stig

LÍF 25 stig

NSÍ 19 stig

TB 18 stig

SÍ 15 stig

HB 14 stig

KÍ 11 stig

B36 8 stig

 

16. umfar

mikudagin 4. juli

HB-TB

FSV04-LÍF

B36-ÍF

KÍ-B68

NSÍ-SÍ