- Skurðurin í ár hevur verið framúr góður, bæði í mun til lambatal og vekt, siga bóndafólkini í Dímun. Haraftrat hevur raksturin gingið sera skjótt og væl. - Tó skal sigast at vit hava havt góða hjálp frá góðum og royndum fólki. Tá fólk vitja út hesa árstíð, verður arbeiðið bæði lættari og stuttligari fyri okkum øll á oynni, siga tey úti í Dímun.