Góður dagur í ríkisfelagsskapinum

Ein bankakreppa er ongantíð ein sólskinssøga. Hon setir síni djúpu spor í alt samfelagið, og tí er stóra avbjóðingin at finna loysnir, sum avmarka tapini.

Fyri at tryggja okkum ímóti ringast hugsandi avleiðingunum av eini møguligari bankakreppu, samtykti løgtingið, fyri tveimum árum síðani, at seta fyrsta av trimum bankapakkum í gildi fyri Føroyar. Hetta varð gjørt, fyri at skapa álit á bankarnar. Bankapakki I skuldi tryggja, at eingin misti innistandandi pening, um ein banki fór av knóranum.

Tað var eitt samt løgting, sum avgjørdi at seta bankapakka I í gildi fyri Føroyar. Tó vístu Tjóðveldi og Miðflokkurin á, at eftir teirra tykki høvdu føroysku bankarnir ikki so nógv brúk fyri bankapakkunum, tí teir høvdu ikki sett seg í somu vandar, sum danskir bankar. Flokkarnir søgdu, at hetta fór at hava við sær, at føroysku bankarnir vórðu noyddir at gjalda inn í eina skipan, sum hevði til endamáls at bjarga donskum bankum.

”Enn einaferð eru tað tey, ið ikki hava tikið lut í ella fingið vinning av spekulasjón og virðisflutningi, ið skulu gjalda fyri, at tey, ið hava fingið vinning, verða bjargað”, søgdu flokkarnir í álitinum til uppskotið.

Hetta gjørdist tó ikki veruleikin. Føroysku peningastovnarnir vóru als ikki uttanfyri vandastøðu, og tær útreiðslur, sum bankarnir hava havt av bankapakkunum, eru ikki farnar til at bjarga partaeigarunum, tí teir hava allir mist sítt.

Men kundarnir hjá Eik hava einki mist. Teir kunnu framvegis fara inn á allar deildir bankans og avgreiða síni bankaørindi. Har møta tey somu starvsfólkunum, sum vóru har áðrenn bankakreppuna, og allir pengarnir sum tey áttu á bók, eru framvegis har. Kundarnir hava einki mist orsaka av bankakreppuni. Landskassin bleiv heldur ikki noyddur at seta pengar í bankan, sum annars kundi verið ein avleiðing, og bankin bleiv ikki avviklaður (tað hevði verið ein vannlukka).

Tilboðið frá donsku stjórnini, um at seta bankapakkarnar í gildi fyri Føroyar, hevur virkað eftir ætlan. Harumframt hevur gott samskifti millum landsstýrið og donsku stjórnina, verið viðvirkandi til úrslitið. Enn einaferð mugu vit staðfesta, at samstarv er vegurin fram.

Høvdu vit harafturímóti yvirtikið fíggjarøkið og fíggjareftirlitið, so sum CHE-samgongan arbeiddi við, so hevði støðan í dag verið ein heilt onnur.

Meðan CHE-samgongan bjóðaði yvirtøkur og ruðuleika, so bjóðaði ABC-samgongan fíggjarligt støðufesti, og tað kunnu vit øll fegnast um.