Gøtumenn keypt nýggjan Jupiter

Partafelagið Driftin í Gøtu hevur selt gamla Jupiter og keypt annað og størri skip úr Noregi ístaðin fyri Skipið, sum kemur í flotan fyri Jupiter sum partur av umbýti, eitur Åkerøy. Umframt sjálvt skipabýtið kostar handilin Driftini umleið 40 mió. krónur.

David Jacobsen, tekniskur leiðari, sigur við heimasíðuna hjá reiðarínum, at Åkerøy er eitt betri skip enn Jupiter. Hann er 70 metrar til longdar, 13,6 metrar breiður og tekur 2.500 tons.

Til samanberingar kann nevnast, at gamli Jupiter er 67,9 metrar til longdar og 12,5 metrar breiður og tekur góð 1.900 tons.

Gamli Jupiter loysti fyri seinastu ferð í Fuglafirði 3. august, og eftir at hava verið á Gøtuvík og sagt farvæl fór skipið til Noregs.