Góð útlit fyri føroyskir sjúklingar sum vilja hava kannabis

Nú vilja løgtingslimir eisini vísa vælvild í verki

Løgtingslimir taka rættiliga væl ímóti nýggju ætlanini at geva føroyskum sjúklingum, sum hava brúk tí, heilivág við kannabis í. Tað er greitt, nú Løgtingið enn einaferð hevur viðgjørt eitt uppskot frá Jenisi av Rana um at gera tað lættari hjá føroyskum sjúklingum við ávísum sjúkum, at fáa heilivág við kannabis.

Í hesum sambandi vil Jenis av Rana hava løgtingið at samtykkja, at landsstýrið skal biðja danir seta donsku royndarskipanina í gildi í Føroyum eisini. Tað merkir, at eisini kommunulæknar í Føroyum kunnu skriva sjúklingum heilivág við kannabis, akkurát, sum teir skriva sjúklingum allan annan heilivág.

Málið hevur verið til umrøðu fyrr, men hóast løgtingslimir vóru rættiliga positivir ta ferðina, vístu teir ikki vælvildina í verki tá ið atkvøðast skuldi, og sostatt fall uppskotið. 

Men nú uppskotið aftur er til viðgerar, skilst á løgtingslimum, at hesa ferð eru teir meiri sinnaðir at vísa vælvildina í verki.

Tá ið málið varð viðgjørt hendan dagin, hendi tað sjáldsama, at samgonga gjørdi av at hava eitt felags framsøgufólk. Tað var Óluva Klettskarð úr Tjóðveldi og hon segði, at hesa ferð fóru tey at vísa málinum vælvild. Og hon væntar eisini, at tey fara at finna eina loysn, soleiðis at endamálið í uppskotinum verður rokkið.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum ivaðist ikki í, at málið verður skjótt avgreitt. 

Summir tinglimir vísa á, at heilivágur við kannabis kann hava nógv hjáárin. Men Jenis av Rana víssaðu teir um, at allur heilivágur hevur hjáárin, og summur heilivágur hevur eisini álvarslig háárin. Og hann staðfesti eisini, at ovurnýtsa av einum heilivági, kann fáa álvarsligar, heilsuligar avleiðingar, sama hvønn heilivág, talan er um, so tað er ikki bara galdandi fyri kannabis. 

Hann vísir eisini á, at kommunulæknarnir eru teir læknarnir, sum hava mest við heilivág at gera í dagliga arbeiðnum, so á hasum øki eru teir størri serfrøðingar enn serlæknarnir í ávísum sjúkum eru.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkinum, sum atkvøddi ímóti uppskotinum seinast, sigur nú, at hann vil gera alt fyri at geva hesum sjúklingum ein linna og hann heldur, at vit eiga at fáa eina góða loysn í Føroyum. Og tann góða loysnin kann vera at sera donsku royndarskipana í gildi her eisini.

Sonja Jógvansdóttir, sum eisini atkvøddu ímóti uppskotinum seinast, sigur at hennara sannføring er, at sjúklingar eiga at fáa tann heilivág, sum hjálpir teimum, og hon heldur, at nú eru royndirnar við kannabis so mikið góðar, at tað er eingin orsøk til at noka føroyskum sjúklingum sama heilivág við kannabis, sum sjúklingar í Danmark, og øðrum londum, hava.

 

Vit hava meiri seinni, har Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur, at er vilji til tað, kann málið loysast í morgin