í dag kl 17.00 lat tjaldingarøkið á ársins G! - festivali upp.
Tað vóru mong, ið høvdu leita sær til Norðragøtu í góðari tíð, fyri at tryggja sær besta tjaldingarplássið.
Tey úr vælkenda camp Skopunhagen møttu longu upp kl 7 í morgun, fyri at tryggja sær fremstapláss í bíðirøðini.
Síðan hava fólk lagst til í allan dag, stemningurin er góður og hóast bíðitíðin hjá summum hevur verið long, hevur hon ikki verið óinteressant. Eins og undanfarin ár hava kappingar, spøl, tónleikur o.a., sett sín dám á og stytt um bíðitíðina.
Sí myndrøðina G!: Tjaldingarøkið letur upp