Tað kom óvart á hjá Klaksvíkar og Leirvíkar Kommunu, at Vinnumálaráðið ætlar at strika endurgjaldið fyri mist havnagjald, ið kommunurnar høvdu roknað við at fáa, tá sjóvegis farleiðin um Leirvíksfjørð verður niðurløgd í samband við at koyrandi verður undir fjørðin.
Sambært galdandi reglum eiga kommunurnar endurgjald, ið svarar til havnagjaldið í fimm ár, grundað á miðalgjaldið trý tey seinastu árini.
Leirvíkar Kommuna fær í ár 780.000 krónur í havnagjaldi fyri skipini hjá Strandferðsluni, og hevur rætt til millum tríggjar og fýra milliónir krónur í endurgjaldi, tá siglingin um Leirvíksfjørð verður niðurløgd.
- Vit hava roknað við hesum endurgjaldinum, og tískil kemur hetta sera óvart á, sigur Sjúrður Eliasen, borgarstjóri í Leirvík.
Sjúrður Eliasen sigur, at hóast málið ikki enn ikki er viðgjørt í bygdaráðnum, so fer Leirvíkar Kommuna undir ongum umstøðum at góðtaka at missa endurgjaldið.
Eisini Thorleif Sigurðsson, varaborgarstjóri og formaður í havnanevndini í Klaksvík, heldur lítið um uppskotið hjá Vinnumálaráðnum.
- Aðrar kommunur hava fingið endurgjald, og tí meta vit okkum eisini hava rætt til endurgjaldið, sigur Thorleif Sigurðsson.
Sambært galdandi reglum hevur Klaksvíkar Kommuna rætt til millum fýra og fimm milliónir krónur í endurgjaldi.
Meðan eingin ferðsla verður um ferjuleguni í Leivík, tá fasta sambandið gerst veruleiki, er støðan eitt sindur øðrvísi í Klaksvík, vísir Thorleif Sigurðsson á. Tí tá ferjulegan á Syðradali verður liðug skal størri skip enn Barsskor væntandi røkja hesa farleið, og skal tí nýta ferjuleguna í Klaksvík.
- Men gjaldið, ið Klaksvík fær frá Strandferðsluni í samband við siglingina um Leirvíksfjørð, missir kommunan so, staðfestir Thorleif Sigurðsson.
Vánaligar grundgevingar
Borgarstjórin í Leirvík, Sjúrður Eliasen, heldur lítið um grundgevingarnar fyri at strika endurgjaldið.
Hann vísir á, at Leirvíkar Kommuna hevur lagt millum 25 og 30 milliónir krónur í ferjuleguna í bygdini. Og harumframt var havnagjaldið fyrstu árini sera lágt, og als ikki nøktandi, sigur Sjúrður Eliasen.
- Og tað er burturvið at tosa um, at vit fáa ein undirsjóvartunnil í staðin fyri. Tað málið hevur einki við endurgjaldið at gera, og harumframt fær alt føroya fólk gleði av fasta sambandinum, sigur Sjúrður Eliasen.
Hvørki Klaksvíkar ella Leirvíkar kommuna hava enn viðgjørt málið, men tað verður gjørt í næstum. Eisini hevur Vinnumálaráðið boðað frá, at málið verður sent kommununum til ummælis.










