Gíslatakarin gav seg yvir

Gíslatøkan í einum banka í Berlin er av. Maðurin, sum royndi at ræna eina deild hjá Deutche Bank, og sum tók eitt av starvsfólkunum gísla, gav seg yvir til løgregluna um midnáttarleitið í gjárkvøldið. Tá hevði løgreglan tingast við hann í fleiri tímar.

Maðurin fór inn í bankan beint fyri afturlatingartíð seinnapartin í gjár. Tað eydnaðist øllum teimum 20 starvsfólkunum uttan tí eina at sleppa út ígjøgnum einar bakdyr.

Tá løgreglan fekk samband við mannin í telefonini, kravdi hann pengar og frítt at fara. Sambært blaðnum Berliner Morgenpost vildi maðurin hava eina millión evrur í loysigjaldi fyri tann 40 ára gamla gíslan. Harafturat skrivaðu fleiri týskir fjølmiðlar, at maðurin hevði hótt við at spreingja bankan í luftina.

Men aftan á samráðingar í fleiri tímar eydnaðist tað løgregluni at fáa mannin at lata gíslan leysan og at geva seg yvir.