Gíslatakararnir kringsettir

Algerskir stjórnarhermenn hava kringsett gassverkið, har víðgongdir islamistar hava tikið fleiri útlendingar, teirra millum nakrar norðmenn, gíslar. Men algerska stjórnin hevur gjørt greitt, at hon fer ikki at tingast við gíslatakararnar.

-Vit vilja ikki tosa við bólkin, sum hevur tikið umleið 20 fólk úr ymsum londum, sigur algerski innanríkisráðharrin, Daho Ould Kabila, sambært BBC. Hann sigur, at yvirgangsmenninir, sum verða settir í samband við al-Qaeda, eru umleið 20 í tali.

Islamistarnir hava sagt, at teir hava tikið 41 vesturlendingar gíslar á gassverkinum. Ein franskur gísli hevur sagt við eina franska sjónvarpsstøð, at gíslatakararnir hava noytt nakrar av gíslunum at hava bumbubelti uppi á sær.

Bretski uttanríkisráðharrin, William Hague, hevur váttað, at ein bretskur ríkisborgari er deyður í sambandi við gíslatøkuna. Norska uttanríkisráðið sigur seg ikki hava nakran kunnleika um, at nakar norðmaður hevur latið lív.