Gíslatøkan í Manila er av

Fyri einari løtu síðani eydnaðist tað løgregluni at taka seg inn í bussin, sum ein vápnaður maður tók í filipinska høvuðsstaðnum Manila í morgun. 15 fólk vóru í bussinum, tá løgreglan gjørdi av at søkja at honum. Sjónvarpsmyndir hava víst, at nakrir av gíslunum sluppu við lívinum, men tað er framvegis ógreitt hvussu mangir teirra eru á lívi.

Sum skilst er gíslatakarin deyður.

Upprunaliga vóru 25 fólk í bussinum, men gíslatakarin lat níggju fólk leys, og tað eydnaðist bussføraranum at flýggja.