GÍ skal fóta sær og leggja fót fyri EB/Streym

GÍ hevur ikki vunnið seinastu tríggjar dystirnar, og sunnudagin vitjar besta liðið í kappingini higartil í Gøtu. Bæði liðini eru væl mannað til dystin


Ein tann mest spennandi dysturin í Formuladeildini hetta vikuskiftið verður spældur í Gøtu sunnudagin. GÍ fær vitjan av EB/Streymi, og tað er ein dystur millum tvey av fremstu liðunum í deildini.
Støðan hjá teimum báðum liðunum er eitt sindur ymisk. GÍ hevur ikki vunnið seinastu tríggjar dystirnar og tykist steðga eitt sindur upp eftir eitt framúr kappingarár. EB/Streymur vann stórsigur í seinasta dystinum og liggur einsamalt á odda í Formuladeildini.
Fyri GÍ hevur tað stóran týdning, at liðið vendir skeivu gongdini og blandar seg upp í oddastríðið aftur, og tað kann bara gerast við einum sigri sunnudagin. Tapir GÍ dystin, eru teir seks stig aftanfyri EB/Streym, sum enntá hevur ein dyst til góðar.
 
Allir klárir
EB/Streymur spældi mikukvøldið ímóti B68, men hóast stutt er fráliðið síðani seinasta dystin, eru allir spælararnir tøkir til dystin í Gøtu.
Trímálsskjúttin Arnbjørn Hansen vandi ikki hóskvøldið, tí hann var sjúkur, men roknað verður við, at hann verður klárur til sunnudagin.
Toppskjúttin hjá ÍF Føroyum, Jørgen Meitelberg, hevur vant við EB/Streymi seinastu vikuna, men hann spælir ikki fyri liðið áðrenn summarsteðgin.
 
Eitt leikbann í Gøtu
GÍ hevur so at siga allar spælararnar tøkar til dystin. Poul Arni Jacobsen, sum varð útvístur í næstseinasta dysti hjá GÍ, hevur fingið leikbann í tveir dystir, og tí kann hann ikki spæla við ímóti EB/Streymi.
Pól Ennigarð, sum hevur verið skaddur í fleiri vikur, er komin so mikið fyri seg aftur, at hann verður við í hópinum til dystin ímóti EB/Streym. Magni Jarnskor hevði leikbann í seinasta dystinum, men hann er tøkur aftur.