GÍ á øðrum plássi

Gøtumenn kunnu nú við góðari samvitsku fara í summarfríð, teir hava nevnliga vunnið tríggjar teir seinastu dystirnar

Við sigrinum á VB sunnudagin, hava gøtumenn nú vunnið seg fram á eitt annað pláss í bestu føroysku deildini. Dysturin endaði við 2-1 til GÍ, eftir hálvleikstøðuna 1-1. Tað hevði gingið væl hjá báðum liðum í undanfarnum dystum, og tað sást eisini aftur á spælinum sunnudagin. Leikferðin var høg, og bæði liðini sýndu gott spæl.

Javnur fyrri hálvleikur
Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og við møguleikum á bæði mál. Longu í fyrsta minutti hevði Mortan úr Hørg ein risa møguleika. Eftir eina sending frá miðvøllinum, gert Mortan leysur við málverjanm, men ístaðin fyri at leggja bóltin uppá tvørs til ein betri staddan vágbing, royndi Mortan sjálvur, og skotið fór framvið málinum. Fyrstu løtuna í fyrra hálvleiki, hevði VB leikliga yvirvág, men spældi seg ikki fram til stórvegis málmøguleikar. Sum hálvleikurin gekk, fingu gøtumenn meira og meira spæl og dysturin gjørdist javnari.

Eftir hálvur tímið var farin av fyrra hálvleiki, eyðnaðist tað gøtumonnum at skjóta fyrsta málið í dystinum. Eftir GÍ-hornaspark, verður bólturin sendur út úr aftur VB-brotsteiginum, og har er Suni Olsen vælstaddur, og kundi einum hørðum skotum leggja GÍ á odda 1-0. Fimm minuttir seinni hevði Suni Olsen gyltan møguleika økja um GÍ-leiðsluna. Dómarin, Petur Skarðenni, metti, at VB-leikari hevði havt hond á bóltinum, og peikaði tí brotssparksplettin. Suni Olsen varð settur at skjóta, men Bjarni Johansen í VB-málini bjargaði veika skotinum frá Suna.

Stutt fyri hálvleik, svaraði VB aftur. GÍ-leikari heldur í troyggjuni hjá Palla Augustinussen, og dómarin var eirindaleysur, og dømdi brotsspark til VB. Palli Augustinussen varð sjálvur settur at skjóta, og hann sveik ikki álitið. Hálvleiksstøðan var eisini 1-1, og eftir býtið av spælinum, var hetta á góðari leið.

Gøtumenn vandamiklari
Seinni hálvleikur var leikliga lakari enn fyrri. Vágbingar høvdu bóltin nógv, men stóru málmøguleikarnir trutu. Haraftur ímóti var GÍ nakað vandamiklari, tá teir lopu á. Gøtumenn spældi seg fram til til nakrar møguleikar í seinna hálvleiki, men Bjarni Johansen í VB-málinum tók tað mesta.

Einu ferðina var innskifti, Birgir Jørgensen, rættiliga nær við at leggja VB á odda, tá hann, eftir innlegg, setti høvdið á, men Hallur Hansen í GÍ-málinum bjargaði meistaraliga.

Tað kom tó eitt mál í seinna hálvleiki, og tað fall gøtumonnum í lut. Seinna málið kom eisini eftir eitt hornaspark. Bólturin verður sparkaður væl innfyri, og eftir trunkaspæl, fær Suni Fríði Johannesen prika bóltin í netið.

Hetta mundi kennast eitt sindur snópisligt hjá heimaliðnim, ið helst hevði uppiborið betri lagnu. Ein javnleikur hevði helst verið tað rættvísari úrslitið, men gøtumenn vóru glaðir við, og kunnu nú síggja fram til eina spennandi seinnu hálvu. Nú kappingin er hálvrunnin eru gøtumenn fýra stig aftanfyri oddaliðið HB, og skulu teir fanga oddaliðið, er neyðugt støðuðari úrslitum í seinnu hálvu. Gøtumenn eru rættiliga bjartskygdir undan seinnu hálvu, ti teir vísa á, at teir hava spælt flestu torføru útidystirnar, og skulu teir møta HB, B68, NSÍ og B36 í Sarpigeri, og har plagar at liggja ræðið fyri hjá gøtumonnum.

VB-GÍ 1-2 (1-1)
0-1 Suni Olsen
1-1 Palli Augustinussen (br)
1-2 Suni Fríði Johannesen