Ein avstralskur tænari fekk sínar mestu drykkjupengar nakrantíð herfyri. Jon Bon Jovi gav tí unga manninum 600 dollars, ið næstan er 2700 kr.
Sangarin er í Sydney við sínum bólki, og teir fýra menninir vóru svangir tá teir komu til býin sunnukvøld. Teir valdu eina nýmótans matstovu við havið, ið eitur Manta.
Jon Bon Jovi syrgdi fyri teimum nógvu drykkjupengum. ?Eg havi ongantíð fingið so nógv fyrr. Tað er heilt ótrúligt??, sigur tann 28 ára gamli Tristan Tomlinson, ið tænti amerikonsku stjørnuni.
Tað er fyrstu ferð síðan 2002 at bólkurin vitjar í Avstralia. Tað skrivar Tv2.dk