Betur anga við natron
Natron kann brúkast til nógv annað enn at baka við. Um skógvarnir lukta illa kanst tú stroya natron í teir og lata teir standa náttina yvir. Tá tú tømir teir morgunin eftir, lukta skógvarnir ikki longur.
Natron kann eisini verða nýtt til at "turrvaska" motturnar. Stroy natron yvir alla mottuna, lat standa í eitt kortér og dustsúgva síðani. Mottan verður rein, lukturin fer burtur og um insektir búðu undir mottuni, so doyggja tey av harðligu viðferðini.
Bjóða í føðingardag við ballón
Ein øðrvísi og stuttligur háttur at bjóða í føðingardag: Blás eina ballón upp og skriva til dømis "Vælkomin í føðingardag hjá mær" á. Síðani sleppur tú luftini úr og leggur ballónina í ein brævbjálva, sum verður sendu til tey innbodnu.
Knappar, sum halda
Knappar á nýggjum pløggum eru ofta leysir. Tú kanst hefta teir við at smyrja klárt neglalakk á tráðin, sum teir eru seymaðir við. Knappar í barnaklæðum kunnu verða seymaðir í við tanntráði, so halda teir betri.
Sitrón ger undur
Um tú hevur skorið fisk ella hvítleyk á skeribrettinum og tað luktar illa, er bara at gníggja tað við einari hálvari sitrón - so hvørvur lukturin.
Sitrón kann eisini verða nýtt, at taka burtur blettir av klæðum. Av tí at sitrón hevur eina bleikjandi ávirkan, kanst tú bleikja blettin við at gníggja hann við sitrón.
Sosialurin gevur tær skínandi rein vindeygu
Tá tú ert liðug við Sosialin, ella eina aðra avís, kanst tú nýta hann til at pussa vindeygu við. Vaska tey fyrst sum tú plagar, og pussa síðani við avísini. Prentsvertan ger, at vindeyguni verða skínandi blonk.
Finn endan á klisturrulluni
Vit vita, hvussu irriterandi tað er, tá vit ikki finna endan á klisturrulluni. Ger sum Cassandra: Set ein lítlan knapp á endan á klisturbandinum, so sleppur tú undan tí trupulleikanum framyvir.
Reinar kókibøkur
Kókibøkur verða dálkaðar og fáa nógvar blettir serliga tær síðurnar vit nýta mest. Næstu ferð tú nýtir kókibókina, kanst tú blaða til røttu síðuna og síðani leggja bókina inn í ein plastikkposa. Tá verður bókin ikki dálkað, og tú kann taka hana úr posanum og seta hana reina inn á hillina aftur.