Nú er tað nakað síðani, at Finnur Helmsdal hevði eina grein, sum tók støðið í einum munnligum fyrispurningi, sum eg setti Høgna Hoydal seinasta dagin, hesin møguleikin var í hesi tingsetuni. Men vinkulin, sum Finnur Helmsdal tók fram, var ikki júst tann vinkulin, sum eg brúkti, tá eg setti spurningin fram, so lat okkum rógva eitt sindur afturáaftur.
Um páskirnar vóru tvær útvarpssendingar, sum viðgjørdu ríkisstuðulin. Orsøkin til hesar sendingar vóru nøkur úttalilsir frá formanninum í Búskaparráðnum, har hesin segði, at nú var lagaliga løtan at taka restina av ríkisstuðulinum burtur, tí annars var vandi fyri, at hesin fór at verða brúktur til m.a. at gera gott við í samfelagnum. Í hvønn mun hesar viðmerkingar høvdu búskaparpolitiskar ella bert politiskar undirtónar, kann lesarin sjálvur meta um.
Tjóðveldismenn vóru sum teir einastu umboðaðir í báðum hesum sendingum, og í báðum førum varð ført fram, at vit brúka bert 10% av ríkisstuðulinum. Lurtarin kundi kanska fingið ta fatan, at so má lagaliga løtan vera komin til at kuta írestandi 10% burtur, tí 10% er ikki øll verðin. Og lurtarin kundi kanska eisini fingið ta fatan, at tá vit bert brúka 10%, so vil tað eisini siga, at heili 90% standa óbrúkt.
Við hesum í huga setti eg spurningin fram:
Munnligur fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann.
Tá tað bert eru brúkt á leið 10% av ríkisstuðulin-um seinasta árini, hvar eru so tey resterandi 90%?
Viðmerking: Tað hevur verið ført fram so mangan og seinast í sendingini í ÚF um ríkisstuðulin, sum var báðumegin páskirnar, at vit bert brúka á leið 10% av ríkisstuðulinum. Hetta má so alt annað líka merkja, at vit so ikki hava brúkt tey eftirverandi 90%.
Nú veit eg ikki, um talan bert er um einstakt ár ella fleiri.
Hugsa vit um alt tíðarskeiðið síðan 1998 (tá henda samgongan tók við) og siga, at vit taka hálvt 1998 við og síðani árini 1999, 2000, 2001 og 2002 og triðingin av 2003, so hevur samlaði ríkisstuðulin hesi árini verið á leið 4.200 mió. kr. Um vit nú siga, soleiðis sum tjóðveldismenn vilja hava tað til, at bert 10% eru brúkt, so hava vit brúkt 420 mió. kr hesi árini, men so hava vit samstundis ikki brúkt 3.780 mió. kr. Um henda upphædd varð sett í Landsbankan, og innistandandi har í 1998 var á leið 1,2 mia. kr., so skuldi staðið í dag á bók á leið 5 mia. kr., men tað ger tað so ikki.
Um talan bert er um stakt ár, og ríkisstuðulin í dag er 630 mió. kr., so brúka vit tær 60 mió. kr., men samstundis brúka vit ikki tær 570 mió. kr. Og hvar er so henda góða hálva milliardin?
Svarið, givið var, var av sera akademiskum og kanska eisini nationaløkonomiskum slag.
Men fólk uppfata spurningin alt annað enn akademiskan. Brúka vit 10%, so brúka vit ikki 90%, tað er tann logikkurin, sum fólk flest enn brúka, tíbetur. Tá stendur eftir, at pástandurin um, at bert 10% av ríkisstuðulinum verða brúkt, hann passar ikki. Tí var hesin pástandur rættur, so áttu tey eisini at fingið svarið upp á, hvar hini 90% so eru.
Tað er nú einaferð ikki altíð, tað gongur, hóast roynt verður.
Annars samsvara hesar viðmerkingar um ta lagaligu løtuna til at kuta restina av ríkisstuðulinum burtur, og at vit bert brúka 10% av ríkisstuðulinum ikki serliga væl við útsagnirnar frá m.a. Karsteni Hansen,lansstýrismanni um, at nú má rættiliga táttast í, og at vit als ikki hava ráð til nakra sum helst lønarhækking, soleiðis sum búskaparligu útlitini eru.