GÍ møtir felagi úr Moldova

Mánadagin var lutakastið til Intertoto Cup kappingina. Lutakastið var í sveisisiska býnum Nyon. GÍ er føroyska umboðið í kappingini í ár, og teir skulu møta einum felagið úr Moldova. Av tí landskappingin í Moldova ikki er avgreidd enn, er ikki avgjørt enn, hvat felagið verður. Fyrri dysturin verður i Moldova 21 ella 22 juni, og returdysturin verður í Føroyum eina viku seinni.

Skuldu tað eydnast gøtumonnum at vinna seg víðari í kappingini, so møta teir antin einum felagið úr Ísrael ella úr Albania.