Gólv fyri hálva millión

Tað er ikki hissin karmar, sum hondbóltsfinalan verður spæld í. Vanliga er høllin á tremur við væl hýrdum áskoðarum, og í fjør varð talan eisini um altjóða hondbóltsgólv. Gólvið keypti Tórshavnar Kommuna fyri hálva millión, soleiðis at altjóða undankappingardystir kundu spælast í høllini, men bæði leygar- og sunnudagin verður undirlagið nýtt til steypafinalur hjá vaksnum og yngru deildum.