So gjørdist G! festivalurin aftur ein góð reklama fyri Føroyar, nú ferðasíðan cntraveler.com hevur gjørt ein lista við heitinum 50 ting at gera í Evropa áðrenn tú doyrt.
Og millum at sigla runt griksku oyggjarnar, at fara við kanalrundfart í Amsterdam, at drekka ein koktail við útsýni yvir á Eiffel torni, er eisini G! festivalurin nevndur.
Nummar 40 á hesum listanum er nevniliga "Lurta eftir tónleiki í Føroyum". Frágreiðingin sigur, at á Eysturoynni í Føroyum - sum er millum Ísland og Norra - er ein bygd við einum fólkatalið, sum hevði passað inn í eitt undirvísingarhøli á einum fróðskaparsetri. Eingi hotell eru í Syðrugøtu, eingin stór kaffihandilsketa. Men hvørt summar setur ein av bestu tónleikafestivalunum í Evropa seg upp í Gøtu, og dregur Føroyar úr myrkrinum og letur oyggjarnar opinbera seg fyri sínum grannum. G! Festivalurin setur tónleikasummarið í gongd í Føroyum, og tónleikurin fyllir nógv her við millum annað Ólavsøku og Summarfestivalinum.