Gálgin at heingja ríkisfelagsskaðin í eigur ikki at fíggjast av blokkinum!
Tað er ikki á hvørjum degi, at lond í vesturheiminum uppliva at fáa útnevndan ein »propagandaministara« í friðartíð, men hjá okkum er onki óført! Vit hava nevniliga fingið ein »propagandaministara« í loysing og nationalromantikki. Hetta hevur tíverri longu ført við sær, at sjálvt okkara annars so fólkaligu summarstevnur hava fingið einvegis politiseraðar midnáttarrøður og mín sann um ikki ólavsøkan eisini kom uppí part. Ein sera óheppin og siðvenju niðurbrótandi gongd, tí stevnurnar eru fyri alt fólkið.
Skulu vit føroyingar finna saman, tað verður seg innanfyri ella uttanfyri ríkisfelagsskapin, er neyðugt at vit líta bæði aftureftir og frammeftir um somu tíð. Í fleiri øldir hava Føroyar og Danmark verið í ríkisfelagsskapi saman, og í hesi tíð hevur okkara andans og handans førningur fingið neyðugan íblástur og menning á flatlondum, tvs. at Danmark í stóran mun hevur verið okkara andans og handans spísikamar við sjálvtøkuborði fyri okkum føroyingar og annars okkara lopfjøl út í heim.
Í hesum intellektuella spísikamari hava okkara kvinnur og menn í øldir nomið sær tann neyðuga førleikan, sum kravdist fyri at menna okkara mál og mentan og sett okkum í samband við tey røttu fólkini, soleiðis at vit í dag hava okkara egna identitet ella samleika bæði inneftir og úteftir.
Alt tað grundleggjandi er meira sum savnar enn spjaðir millum Føroyar og Danmark, boða góðu livikorini frá her á landi, og ikki at gloyma teir túsundtals føroyingar sum búgva og/ella útbúgva seg í Danmark og stórtrívast har. Eitt av okkara mætastu mentafólkum sum hevur búðleikast mestu ævi síni á flatlondum, og har virkað bæði mennandi og nýskapandi innan føroyska list og mentan á ein slíkan hátt, at honum fyri kortum varð latin stórfingin almenn føroysk heiðursgáva fyri bragdið. Hetta sigur eitt sindur um møguleikarnar og tað fólkaliga potentialið í ríkisfelagsskapinum, og at ríkisfelagsskapurin er meiri algongdur enn okkara mangan fikseraða nationalromantiska nalvaáskoðan ynskir at ásanna.
Ríkisfelagsskapurin
og blokkstuðulin
Ríkisfelagsskapurin kann fatast sum eitt nationalt og sosialt familjuband, meðan blokkstuðulin í dag meira er at rokna sum ein vælmeinandi tíðaravmarkaður fíggjarstuðul frá teimum meiri múgvandi innan familjubandið, ikki ólíkt tí vit kenna frá Ísrael-USA forholdinum. Men nú blokkstuðulin verður bæði speirikin og forsmáaður, er tað løgið at hugsa sær, at júst sitandi samgonga hevur samrátt seg til størsta blokkstuðulin nakrantíð. Blokkstuðulin hevur tó sum so als onki við sjálvan ríkisfelagsskapin at gera, men er ein útjaðarastuðul, júst sum vit kenna tað frá okkara egnu útjaðaraøkjum. Men gávur sum verða speiriknar gevast at koma av sær sjálvum, sigur søgnin um rekatræið og døglingin, men Súlan kemur enn, tí Súlan er góð, siga mykinesfólk.
Um vit ynskja at Føroyar skulu menna seg við einum rationellum og gevandi vinnulívi, stendur hetta beinleiðis í andsøgn við ta viðferð okkara skipasmiðjur hava fingið fyri kortum og ikki minst við tað tilvitaðu propagandisku hugtaksfløkju (begrebsforvirring) sum okkara loysingarministari hevur gjørt seg til talsmann fyri. Tí at samantvinna ríkisfelagsskapin og blokkstuðulin í dag er fyri tað fyrsta principielt skeivt, umframt at tað er óetist, tí her verður argumenterað ímóti betri vitandi. Blokkstuðulin verður eisini beinleiðis settur í samband við stóra lánið vit hava frá Danmark. Men hetta er púra burturvið, tí hetta lánið kundu vit eins væl havt tikið frá Japan, og so fór afturgjaldingin til Japan og ikki til Danmarkar, men ongin uttan Danmark tordi at umfíggja lán okkara fyrst í 90?unum. Men tað er vælkent, at um tú bara endurtekur eitthvørt nóg ofta, so trúgva fólk tí uttan mun til sannleiksvirðið!
Tað er sjálvsagt ilt at meta um hvønn týdning tær árligu 1.000 mill blokk-krónurnar gera gott fyri í føroyska samfelagnum. Tær svara eitt nú til at vit árliga kundu kundu keypt 5 nýggj vaktarskip og 5 sandoyarferjur kontant, og kortini høvdu vit ikki ráð til at lata bert eitt vaktarskip byggja á okkara bæði framkomnu og kappingarføru skipasmiðjum. Skil tað hvør ið vil? Barnaansingin, eldrarøktin, sjúkrahúsini v.m. rópa øll eftir meiri fíggjarorku, og hetta alt meðan vit framvegis fáa blokkstuðulin! Hvat hendir tá blokkurin er burtur? Hetta er nevniliga ógjørligt at svara uppá, og tí er neyðugt at minka blokkin fyrst áðrenn spurningin um eina møguliga loysing kemur uppá tal yvirhøvur.
Men gongur tað sum okkara loysingarministari ætlar, so verður gálgin at heingja ríkisfelagsskapin í, fíggjaður av blokkstuðulinum og loysingin konfirmerað her og nú av eini ad hoc fólkaatkvøðu ad modum Høgna Hoydal. Einki við kvalifiseraðum meiriluta sum hjá íslendingum. Men uttan mun til nær, hvar og hvussu so eiga vit at royndarsigla føroysku skútuna við stuðulsfríum seglum áðrenn barrlastin, sum vit hava í ríkisfelagsskapinum, verður tveitt fyri borð ella at spurningurin kemur til eina reella fólkaatkvøðu. Hvítabók ella ikki, Titanic skuldi sambært øllum serfrøðingum ikki kunna søkka?
Regin Eikhólm