GÍ hevur framvegis spæliloyvið hjá Súna Fríða

Gøtumenn ætla ikki at fáa minni fyri Súna Fríða, enn teir góvu toftamonnum fyri einum ári síðan

Hóast framherjin, Súni Fríði Johannesen, fyri góðum hálvum øðrum mánaði síðan vendi aftur til B68, so liggur spæliloyvið framvegis í Gøtu.

Samstarvið millum Súna Fríða og GÍ endaði brádliga, tí framherjin segði seg ikki longur hava so nógva tíð tilfótbóltin. Um skiftið til B68, segði Súni Fríði, at hann hevði fingið góðar treytir, og at hann ikki var noyddur at venja so ofta sum í Gøtu.

Gøtumenn hava tó framvegis spæliloyvið hjá Súna Fríða, og leiðslan í GÍ skuldi mikukvøldið avgera, hvussu stór upphædd skuldi krevjast frá toftamonnum fyri fyrrverandi GÍ-leikaran. Steypakappingin byrjar leygardagin, og tí kann tíðin gerast stokkut at fáa spæliloyvið hjá Súna Fríða uppá pláss, um GÍ og B68 ikki klára at semjast um prísin á Súna Fríða

Gøtumenn gjørdust heldur skakkir, tá tað gjørdist greitt, at Súni Fríði valdi at skifta til B68, tí orsøkin til, at Súni Friði og GÍ fóru hvør til sítt var, at framherjin ætlaði at finna sær felag í miðstaðarøkinum, so ikki so nógv tíð fór við ferðing. Úr Gøtu verður sagt, at GÍ ætlar sær ikki at krevja minni, enn teir lótu B68 fyri Súna Fríða í 2001.

Mynd:SFJ
Gøtumenn hava framvegis spæliloyvið hjá Súna Fríða Johannesen, og teir ætla sær ikki at fáa minni fyri hann, enn teir lótu toftamonnum fyri einum ári síðan.
Mynd Savnsmynd