Góð hýsuveiða elvir til prísfall

Norðenn siga, at góða hýsuveiðan hjá føroyingum og íslendingum er orsøkin til, at feskfiskamarknaðurin fyri hýsu er so vánaligur. Lítið man tó vera at ivast í, at góða hýsuveiðan hjá norðmonnum eisini man hava havt sína ávirkan á prísgongdina


Noreg

Eisini í Noregi hevur økta hýsuveiðan havt við sær, at prísirnir standa til at fella hesa vikuna.
  Í síðstu viku skrivaði Fiskeribladet, at eitt nýtt og lægri støði skal leggjast fyri hýsuprísin.
  Í Noregi er tað framvegis soleiðis, at fiskaprísurin millum skip og virkir verður avtalaður fyri fleiri mánaðir í senn. Nú er so ætlanin at áseta nýggjar prísir mitt í einum avtaluskeiði, tí hýsumarknaðurin er so vánaligur.
Renna undan hýsuni

Sagt verður, at norðmenn hava havt stórar trupulleikar við at selja hýsu á vanligu marknaðunum seinastu tíðina. Samstundis, sum fiskiskapurin eftir hýsu er góður, royna virkini at sleppa undan at keypa.
  Norðmenn siga, at orsøkin til vánaliga hýsumarknaðin er, at føroyingar og íslendingar hava økt munandi um hýsufiskiskapin; tí er feskfiskamarnaðurin fyri hýsu at kalla fallin saman. Sostatt fara prísirnir í Noregi eisini at fella.
  Í Føroyum verður hildið, at norðmenn eisini eiga sín lut í, at marknaðurin fyri hýsu er so trekur, tí eyðvitað hava øktu nøgdirnar hjá norðmonnum eisini havt sína ávirkan ? og hava verið við til at trýst prísin niðureftir.
Long leið uppaftur?

Prísgongdin førir til, at hýsan endar í sama "posa" sum upsi, pollok, heykur og líknandi fiskasløg gera.
  Tað hevur víst seg, at fiskur, sum endar í hesum "posanum", ið norðmenn taka til, hevur trupult við at lyfta seg uppaftur til eina vøru við hægri prísi.