G!-festivalurin verður styttur aftur

Tríggir dagar er passaligt, siga fyriskipararnir.

 

 

Ársins G! festivalur er liðugur og Sigvør Laksá er stak væl nøgd við festivalin. Onkrar avbjóðingar vóru, mjørki í Vágum argaði nakað og illveður fríggjakvøldið órógvaði nakað.

 

Sigvør Laksá gleðist tó um, at allir bólkarnir fingu spælt og heldur eisini, at bæði fyriskiparar og festivalluttakarar hóraðu væl undan í illveðrinum.

 

Ársins útgáva av G! var eitt døgn longri enn undanfarin ár. Orsøkin til hetta var, at høvuðsnavnið, Rag’n’Bone Man einans kundi koma mikukvøld, og tí bleiv startskotið flutt eitt sindur.

- Tað riggaði væl, men tað er sum so ikki eitt ynski frá okkum at leingja festivalin ein dag. Vit halda, at tríggir dagar eru passandi. So tað vænti eg, at tað verður, um tað ikki verður onkur serlig orsøk aftur. Tríggir dagar er tað, vit ynskja at hann skal vera, sigur Sigvør Laksá. Hon ásannar tó, at hetta kann tillagast, fyri at fáa røttu nøvnini til festivalin, sum gjørt var í ár.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna sum Hilmar Jan Hansen gjørdi við Sigvør Laksá á FM 1 í gjár.