Góðar umstøður hjá starvsfólkum og kundum

Á bilasøluni VR Bilar við Hoyvíksvegin í Havn, sum umboða bilmerkini Renault og Volvo, er ein umbygging farin fram, sum gevur góðar umstøður til bæði starvsfólk og kundar

Bilasølan VR Bilar við Hoyvíksvegin, ið skjótt hevur fýra ár á baki, er ein fyritøka í støðugari menning. Fyritøkan selur umleið 100 bilar um árið, og tað krevur nógv av starvsfólkunum og góðar arbeiðsumstøður.

Í fyritøkuni arbeiða 17 fólk í teimum fýra ymisku deildunum: bilasøluni, eykalutagoymsluni, lastbilaverkstaðnum og persónbilaverkstaðnum.

Ein umbygging er nýliga farin fram av framsýningarhølunum og skrivstovunum í niðastu hæddini, og eykalutagoymslan er flutt upp á miðhæddina, har plássið er tvífaldað og umstøðurnar munandi betur.

Stjórin í VR Bilum, Sverri Steintún, sigur, at teir nú hava gjørt hølini meira kundavinarlig. Framsýningarhølini eru størri, og pláss er nú til seks bilar.

Eisini eru nýggjar søluskrivstovur og kundamóttøka gjørd til verkstaðin. Ein hugnakrókur er í framsýningarhølinum, har kundarnir kunnu fáa sær kaffi og lesa bløð, meðan teir bíða eftir bilinum.

Sverri Steintún er væl nøgdur við umstøðurnar eftir umbyggingina. Hann sigur, at teir nú hava góðar umstøður at taka sær av kundunum og veita teimum eina tænastu, sum krevst av eini nútímans bilasølu.