Góðan stuðul til Slættanes-tiltakið

Um vikuskiftið verður skipað fyri serligum tiltak á Slættanesi (myndin), har dentur verður lagdur á at lýsa bygdina í søgu og lívi.

Tað er Sandavágs Fornminnafelag sum skipar fyri tiltakinum, og sum tey taka til: Uttan góðan stuðul frá góðum fólki, fyritøkunum Grón, Poul Michelsen, Føroya Keypssamtøku og Sandavágs kommunu hevði hetta forvitnisliga tiltakið borið illa til.