Í tíðindaskrivi í morgun boðar G! festivalurin frá, at í dag er seinasti dagurin, sum er sjálvt hápunktið á G!-festivalinum. Tað man uttan iva gera arbeiðið hjá fyrireikarunum lættari, at øll tey útlendsku framførandi eru komin til landið í øllum góðum, og eru til reiðar at fara á pallin.
Leygardagsskráin bjóðar eitt nú:
Donsku Nephew
Íslendska Ásgeir Trausta
Donsku Laid Back
Stóru Sangløtuna við Eivør, Teitur og Konfekt og øðrum kendum songkvinnum og -monnum.
Tilsamans vera eini 20 framførslur á G! Festivalinum í dag.
Umframt tónleik er eisini ein ørgrynna av øðrum tiltøkum í samband við festivalin.
Lagt verður fyri longu kl 11, tá Festivalkirkjan skipar fyri Guðstænastu umborð á Norðlýsinum.
Frá 12 til 16 er stórt barnatiltak á spæliplássinum.
Kl 17 borðeiðir Hotel Føroyar við ókeypis "brandada de bacalao" saltfiski frá PRG í Gøtu og Føroya Bjór bjóðar smakkiroyndir av spildurnýggjum bjóri afturvið.
Á skránni eru eisini bókmentir og filmsýningar og mangt annað.
Tað er frítt hjá øllum at koma á festival frá kl 12 til kl 16. Eftir kl 16 krevst armband. Børn fáa armbond ókeypis, skrivar G! at enda í tíðindaskrivinum.