Fyrstu tølini komin úr Havn

Javnaðarflokkurin vinnur og Fólkaflokkurin hevur eina lítla framgongd

Nú eru tey fyrstu valúrslitini komin av Høllini á Hálsi. Her eru atkvøðurnar taldar saman, men brævatkvøðurnar eru ikki við.

Høllin á Hálsi er nógv størsta valstað í landinum, og úrslitið vísir, at Javnaðarflokkurin er størsti flokkur í Havn, tí hann fær 27 prosent av atkvøðunum, og tað er ein framgongd frá seinasta vali tá ið hann fekk 26,9 prosent

Tjóðveldi er næststørsti flokkur, tí hann fær 24 prosent av atkvøðunum í Havn, men tað er nakað minni enn seinast tá ið hann fekk 26,2 prosent.

Triðstørsti flokkur í Havn er Sambandsflokkurin við 16, 2 prosentum av atkvøðunum, seinast fekk hann 14,2 prosent og Fólkaflokkurin fær 15,5 prosent, seinast fekk hann 13,3 prosent.

Framsókn fær 8,3 prosent av atkvøðunum í Havn og seinast fekk hann góð 11 prosent. Miðflokkurin fær 5,2 prosent og Sjálvstýri fær 1,2 prosent.