Fyrstu pisurnar á Kambsdali eru farnar á flog

Fyrstu pisurnar á Miðnámi á Kambsdali eru farnar á flog. Talan er um Anitu Petersen, sum hevur gingið á fyrireikingarbreytini og Sigrid Eysturdal Justesen, sum hevur gingið á náttúrubreytini.

 

 

Anita og Sigrid vóru uppi í lívfrøði í morgun, og tað var Jákup Eyðun Joensen, lærari, sum setti húgvurnar á høvdið og Jákup í Horni var sensor.