Fyrstu fólk á Búgvanum í 80 ár

Í trý ár hava fimm mans stigvíst arbeitt seg uppeftir Búgvanum, og seinnapartin fríggjadagin komu teir upp á toppin. Tað akkurát 80 ár síðani, at nakar var har seinast

Herman Eysturoy, Absalon Eysturoy, Rasmus Eysturoy, Heini Hátún og Fróði Samuelsen eita menninir, sum seinnapartin fríggjadagin vælnøgdir kundu hyggja upp á hvønn annan.

Klokkan var júst 17.47 og teir stóðu ovast á Búgvanum. Í 188 metra hædd. Absalon Eysturoy sigur, at soleiðis sum hann hevur skilt, so skulu vit heilt aftur til 1927 seinast nakar var ovast á Búgvanum.


Stóðu á hendrunum

Tað var í 2005, at teir fimm fóru undir at klatra niðan á Búgvan. Miðvíst og stigvíst hava teir arbeitt seg upp eftir, soleiðis at teir fríggjadagin stóðu ovast á dranganum.

– Men tað er ikki bara beint uppeftir, sum vit klatra. Tað er ikki allastaðni tað ber til, og tí er neyðugt at klatra og grulva upp á tvørs, og onkuntíð niður eftir, fyri at finna eina leið, sum kann føra okkum longur upp, greiðir Absalon Eysturoy frá.

Hann sigur, at teirra ættarbond við Gjógv góvu teimum íblástur at fara undir vandamiklu verkætlanina.

– Og so var tað eisini ein av okkara forfedrum, sum var á Búgvanum seinast. Tað segðist, at hann stóð á hendrunum, tá hann var har uppi, so tað gjørdu vit eisini, tá vit komu upp á toppin, flennir Absalon Eysturoy.


Veldig kensla

Sambært Absalon var tað sjálv ferðin upp, sum var tað stuttliga.

– Men tá vit so stóðu ovast, var tað ein veldig kensla, vit allir høvdu, sigur hann.

Áðrenn komið var so langt, lá tó ein long, møtumikil og ikki sørt vandamikil ferð.

– Hetta er tað, sum populert verður rópt risikoítrótt. Tað er tó ikki sjálv klatringin, sum er vandamikil, tí har ganga vit høgt upp í trygd av øllum slag. Tað vandamikla er tað við áhaldni, hvussu langt orkan røkkur, tí tað er ómetaliga krevjandi bæði fysiskt og psykiskt.

– Og so eisini tær óvæntaðu støðurnar. Stendur okkurt fast, er okkurt dottið niður ella um vit hava gloymt okkurt eftir, vit skuldu brúka, so er neyðugt at vit umskipa okkum og broyta ætlanir. Tá er tað eisini, at vandastøður kunnu uppstanda, sigur Absalon Eysturoy.


Lógu nátt á Búgvanum

Túrurin upp á toppin á 188 metra høga dranganum byrjaði hósdagin. Tá sigldu teir út við útgerð og øðrum, teir skuldu brúka á vegnum upp. Síðani lógu teir nátt á Búgvanum á umleið hálvthundrað metra hædd, áðrenn teir síðani fóru undir at klatra klokkan tíggju fríggjamorgun. Stívliga sjey tímar og trý korter seinni stóðu teir ovast. Heilt einsamallir vóru teir tó ikki, tí við sær høvdu teir eitt drekahøvd, og tað kom ikki niður við aftur.

– So nú er Búgvin 188 metrar og 45 sentimetrar, tí vit settu drekahøvdið fast á ein stein á toppinum, sigur Absalon Hansen. Hann greiðir frá, at drekahøvdið er eitt slag av familjumerkið, sum langabbi pápa hansara, Herman Eysturoy, hevur gjørt. Hesin var snikkari og lærdi í Noreg.

Hetta høvdið er tað einasta, ið teir fimm hava lagt eftir seg á Búgvanum. Teir komu niðuraftur á rókina, teir lógu nátt á, klokkan trý um náttina, og fóru síðani heimaftur dagin eftir.

– Men vit eru bara ein lítil partur av allari verkætlanini. Tað eru minst líka nógv fólk aftanfyri, sigur Absalon Hansen, sum nevnir eitt nú tey, ið sigldu teir út til Búgvan, og so allar teir gjáarmenninar, sum hava verið góðir í ráðum.