Toskaaling
Tað er nú út við eitt ár síðan, at tvey feløg í Føroyum fóru undir at ala tosk, sum P/F Fiskaaling hevur latið. Annað felagið hevur sítt virksemi á Árnafirði, har fiskurin verður aldur í nótum á sjónum. Hitt felagið hevur aling í tveimum stórum kørum í Hvalba.
Toskaaling er nýggj í Føroyum og er enn á royndarstigi. Tí má eisini roknast við, at bæði feløgini skulu gera sær nakrar royndir, áðrenn nakað endaligt kann sigast um gongd og útlit.
Norðmenn hava alt tosk í nøkur ár og hava soleiðis eisini gjørt sær nakrar royndir.
Gongdin í norsku toskaalingini hevur higartil verið so sum so. Onkur feløg hava megnað at fingið raksturin at hanga saman, meðan onnur hava í byrjunartíðini havt stór hall.
Men vónirnar eru sum heild góðar.
Tikið royndir
Tað vóru Mikkjal Hammer og svágur hansara, norðmaðurin Richard Rognsoy, sum slóðaðu fyri toskaalingini í Hvalba.
Felagið, sum stendur aftanfyri virksemið, eitur Faroe Cod Farm, og eigarar eru norska felagið Eco-Farm, sum hevur leverað útgerðina og samansetingina, P/F Steintór, P/F Tjaldur, T/F Holding og Eik Grunnurin.
Nevndarformaður í Faroe Cod Farm er Líggjas í Bø, og Richard Rognsoy er dagligur leiðari.
- Vit hava tikið nakrar fiskar, men hetta hevur higartil bara verið til kanningar. Ætlanin er møguliga at senda onkra roynd av landinum longu í hesum árinum, sigur Mikkjal Hammer, sum er nevndarlimur í Faroe Cod Farm.
Hann vísir á, at enn er alt so nýtt, men í løtuni eru teir, sum standa aftanfyri alingina, farin at hyggja uppá, hvussu gongdin hevur verið higartil.
- Tað er í hesum sambandi, at vit hava tikið nakrar fiskar, men fyrr enn kanningar og metingar eru lidnar, kunnu vit einki ítøkiligt siga um, hvussu hendan tíðin hevur vignast.
Misjavnur vøkstur
Mikkjal Hammer sigur, at fiskurin, sum svimur í kørunum í Hvalba, varð settur út um mánaðarskiftið januar/ februar í ár, og tí er hann ikki so gamal, sum hann ætlandi verður, tá hann verður tikin.
- Vit hava roknað við, at veruliga tøkan verður, tá fiskurin er einar 14 mánaðar gamal, og tað verður hann ikki fyrr enn um mánaðarskiftið mars/apríl komandi ár, sigur hann.
Nevndarlimurin sigur, at størstu fiskarnir í dag liggja um 4 pund, men vøksturin er misjavnur.
- Tað er, sum við okkum menniskjum. Onkur veksur væl, og onnur veksa minni væl, og soleiðis er eisini við aling av øðrum fiski. Málið er, at fiskurin skal viga 8 pund, tá hann er tøkuklárur, sigur hann.
Ikki sjónligur
Í kørunum í Hvalba ganga einir 7.000 toskar, sum eru av landgrunninum og stívliga 30.000, ið hava sín uppruna á Føroyabanka.
Vónirnar til toskin av Føroyabanka hava verið stórar, men enn er ov tíðliga at siga, um munur er á vøkstrinum á hesum fiski og fiski av landgrunninum.
- Nei, tað tori eg einki at siga um enn, tí neyvu kanningarnar og metingarnar eru ikki lidnar.
Tey bæði kørini, sum sett eru upp í Hvalba, taka 600 tons av sjógvi hvørt. Tvørmátið er 15 metrar, og tey eru 5 metrar høg. Vatnstøðan í hvørjum kari er 4 metrar.
Nevndarlimurin sigur, at sjógvurin, sum fiskurin svimur í, í stóran mun verður endurnýttur, men nýggjur sjógvur verður eisini pumpaður í kørini eftir tørvi. Nýggi sjógvurin verður reinsaður við filtrum, áðrenn hann fer í kørini.
Fiskurin, sum gongur í Hvalba, verður fóðraður við fóðuri, ið norska felagið Skretting letur. Hetta er fóður, sum burtur av er framleitt til aling av toski. Skretting hevur eisini deild í Føroyum.
- Hetta er ein spennandi verkætlan, og seinni í hesum árinum vita vit betur, hvussu hesir fyrstu mánaðirnir hava vignast, sigur Mikkjal Hammer.