Tað sigst nevnliga, at tað ikki er hent áður, at vestmannabátur hevur vunnið vestanstevnuróður á Sørvágsfirði, men í dag var so eingin ivi.
Havfrúgvin var klárt á odda í róðrinum, og eftir hetta eru teir nú seks stig undan Sílinum i FM-róðrinum. Og tí er at kalla eingin ivi um, at tað verður Havfrúgvin, sum verður føroyameistari á ólavsøkku.
Úrslitið í dag
1 Havfrúgvin 05:03.19
2 Sílið 05:07.08
3 Teistin 05:11.08
4 Junkarin 05:11.09
5 Jallurin 05:13.08
6 Tjaldrið 05:16.24
7 Drekin 05:18.18
8 Blikur 05:21.17
FM-kappingin
1 Havfrúgvin 38 stig
2 Sílið 32 stig
3 Teistin 20 stig










