Fyrsti venjarin er longu givin

Betri deildin menn: TB og Dan Jensen eru farin hvør til sítt

TB boðar frá, at samstarvið við venjaran, Dan Jensen, er endað. Tað er ein mánaði til landskappingin byrjar og longu er fyrsti venjarin givin. TB skrivaði í gjár soleiðis:

 

- Tvøroyrar Bóltfelag og venjarin hjá besta mannsliðnum Dan Jensen, eru komin ásamt um at enda samstarvið. Nú Dan og TB fara hvør til sítt, vil TB takka Dan fyri arbeiðið hann hevur lagt í felagið og ynskja bestu eydnu á hansara víðari yrkisleið innan fótbóltin. Felagið hevur ikki fleiri viðmerkingar í løtuni og kunnað verður, so skjótt nýggjur venjari er funnin, stendur í stuttu boðunum frá TB.

 

Danski Dan Jensen var eisini venjari í fjør, tá TB flutti upp í bestu deildina. Sum In.fo skilir, so hevur tað verið ein ávís ónøgd við Dan Jensen sum venjara, og tí talan nokk meira um at hann loystur úr sínum starvi.