Tað er neyvan tí týska Luftwaffe bumbaði Old Trafford-leikvøllin í Manchester undir seinna heimskríggi, men tað er hugvekjandi. Bastian Scweinsteiger verður tann fyrsti týskarin nakrantíð, sum fær spælitíð á besta liðnum hjá Manchester United. Í 137 ára longu søguni hjá United, sum varð stovnað í 1878 hevur eingin týskari higartil tørnað út fyri besta liðið hjá felagnum.
Ungi málverjin Ron-Robert Zieler sat hendingaferð á beinkinum hjá Manchester United, men vardi ongantíð málið í einum Premier League dysti fyri United, áðrenn hann varð seldur til Hannover í 2010.
Hitt stóra felagið í Manchester, Manchester City hevur hinvegin havt nógvar týskarar, sum hava spælt við besta liðnum hjá City. Í 1949 skrivaði Manchester City sáttmála við málverjan, Bert Trautmann, sum hevði verið hermaður undir seinna heimskríggi. Í byrjanini vóru útiáskoðararnir eftir Trautmann, men við sínum frálíka spæli vann hann so líðandi tey ensku fótbóltshjørtuni, og hann gjørdist ein sonn legenda, tá hann vann FA Cup finaluna við Manchester City í 1956. Tá spældi hann enntá seinastu løtuna við einum brotnum nakka. Ein hending, sum ikki verður gloymd í Onglandi.
Í 1990-unum vardi Eike Immel málið hjá City. Dietmar Hamann spældi eisini við City, og í nýggjari tíð hevur Jerome Boateng spælt við City.