Fyrsti studenturin í ár: Til Sands at yvirraska ommuna

Ein av próvtakarunum á Studentaskúlanum í Hoydølum í gjár var Áki Joensen úr Havn. Hann er spastikari, men hóast hetta hevur hann megnað at gjøgnumføra skúlan og fyrrapartin í gjár fekk hann húgvuna á høvdið, júst sum floksfelagar hansara

Tann fyrsti próvtakarin í religión fyrrapartin í gjár var Áki Joensen. Og stoltur og glaður kom Áki út aftur úr próvtøkuhølunum og lítla løtu aftaná kom húgvan á høvdið og eitt níggju tal í prógvið.
Umframt at hava fingið húgvuna, so er Áki tann fyrsti studenturin í Føroyum í ár. Floksfelagar hansara verða ikki lidnir fyrr enn 24. og 25. juni.
? Hetta kennist deiligt, sigur nýklakta pisan, Áki Joensen, stórflennandi. ? Nú fara vit til Sands at yvirraska ommuna, tí hon veit als ikki av, at eg havi fingið húgvuna í dag.
Áki var sum vera man ógvuliga glaður fyri at hava fingið húgvuna. Fýra ár hevur tað tikið honum, men øll á skúlanum vóru ógvuliga stolt av honum. Eisini rektarin, Mads Winther, segði at hann hevur klárað seg ótrúliga væl.
Ein stolt mamma og beiggi vóru hjá honum, tá vit fangaðu tey uppi við Ternubúðina fríggjamorgunin, og tey vóru sum vera man eisini ógvuliga fegin og stolt.
Frá Sosialinum verður Áka við familju ynskt hjartaliga tillukku.