Til hetta kappingarárið er nýggjar reglar settar í gildi í Premier League, har spælarar kunnu fáa eftirfylgjandi revsing, um teir fáa fyrimun av at filma. Nú er fyrsta revsingin komin, skrivar BBC.
Talan er um áleyparan hjá Everton, Oumar Niasse, sum leygardagin vann Everton eitt brotsspark í 2-2 javnleikinum móti Watford. Eftirfylgjandi vístu sjónvarpsupptøkurnar, at áleyparin úr Senegal tveitti seg.
Nú hevur panelið hjá enska fótbóltssambandinum staðfest, at tað metir at talan er um film, og at spælarin hevur fingið fyrimun av at filma. Tí verður hann revsaður við leikbanni í tveir dystir. 27 ára gamli Oumar Niasse skoraði seinni í dystinum, umframt at Leighton Baines umsetti brotssparkið til mál.
Tvær líknandi revsingar hava verið í lægru deildunum í Onglandi fyrr í hesum kappingarárinum, meðan Bernardo Silva (Manchester City) og Richarlison (Watford) hava verið innkallaðir, men sloppu uttan revsing.
Í frágreiðingini hjá enska fótbóltssambandinum stendur eisini at lesa, at panelið hevur ein fyrrverandi dómara, ein fyrrverandi venjara og ein fyrrverandi spælara. Fyri at útloysa ein revsing, so skulu allir tríggir partar verða samdir um, at talan er um film.